Landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn spældu í kvøld dyst á heimavølli móti Skanderborg í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Dysturin endaði við 31-29 sigri til Skanderborg. Í steðginum var Skanderborg á odda 16-13.
Tá hálvurannar minuttur var eftir var støðan javnleikur 28-28, men seinastu løtuna var útiliðið kaldari.
Vilhelm skoraði fýra mál og legði upp til trý mál.
Talan er um fjórða tapið á rað hjá Vilhelmi og liðfeløgunum.
Lemvig-Thyborøn liggur næstaftast í deildini við seks stigum.
Leygardagin 25. november hevur Lemvig-Thyborøn heimadyst móti Aalborg, ið er greitt oddalið í deildini við 24 stigum fyri 12 dystir.