Nýggjar mátingar í Meksikoflógvanum benda á, at oljulekin hevur verið tvær ferðir størri, enn sagt varð. Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at kanska runnu upp í 40.000 tunnur av olju upp úr brunninum um samdøgrið, áðrenn tað eydnaðist BP at leggja eitt lok oman á lekan í síðstu viku. Nú pumpar BP umleið 15.000 tunnur av olju um samdøgrið upp í tangaskip.
Barack Pbama, forseti, og nevndarformaðurin í BP, Carl-Henric Svanberg, hava avtalað fund fyrst í næstu viku, og tá fara teir at tosa um støðuna og ta stóru dálkingina fram við amerikonsku suðurstrondini.