Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Liðið hjá Paula Mittún, Team Sydhavsøerne tók ímóti FIF við Leivi Mortensen og Jónasi G. Djurhuus á liðnum.
Tað eydnaðist FIF at vinna dystin 26-23. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Jónas skoraði fýra mál og Leivur skoraði eitt mál.
Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í HC Aarhus taptu á heimavølli 22-24 fyri oddaliðnum, Skive.
Í steðginum var Skive á odda 13-8.
Teis skoraði fýra mál og Peter Krogh skoraði eitt mál.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
1 | Skive | 8 | 15 |
2 | HC Midtjylland | 8 | 12 |
3 | Grindsted | 7 | 11 |
4 | HØJ | 7 | 10 |
5 | Team Sydhavsøerne | 8 | 9 |
6 | TM Tønder | 8 | 9 |
7 | Skovbakken | 7 | 8 |
8 | Aarhus HC | 8 | 7 |
9 | FIF | 8 | 7 |
10 | Vendsyssel | 7 | 5 |
11 | Rækker Mølle | 7 | 4 |
12 | Odder | 7 | 4 |
13 | HC Odense | 8 | 3 |
14 | Køge | 8 | 2 |