Leivur farin

30. des. 1925 - 23. jan. 2010

Leivur er farin 84 ára gamal. Leivur varð føddur í Hovi, sonur Jaspur og Josefinu Hammer. Hann vaks upp í Hovi í einari ríkari bygdamentan, sum hevði røtur heilt aftur í høvdingatíðina.


Leivur, eitt veit eg, at tú hevði ikki vilja, at eg í minningarorði mínum hevði róst og upphevja teg. So hevði tú sagt við einum brosi: »Sit og tig við tær«, sum tú ofta gjørdi, tá slíkt kom fyri. Men Leivur, eg sleppi ikki undan at nevna ávíst, tær og tínum lívi viðvíkjandi, skal nakað niðurfestast.


Tá Leivur kom til mans, fór hann til sjós, sum aðrir dreingir tá í tíðini. Hann sigldi bæði við trolara, línubáti og slupp. Á ungum árum tók hann skiparaprógv í Havn. Hann var vitugur maður, honum dámdi væl at lesa. Meinkunnugur var hann við ættarsøgu í Hovi og visti nógv at fortelja úr Hovs søgu, og søgu úr Suðuroy sum heild.


Sum ungur drongur fór hann sum aðrir at finna sær gentu. Ikki fór hann langt, gentuna fann hann í bygdini, og tað var Jastrid Tausen. Tey giftust og fingu 5 børn saman: Sonju, Egil, Elin, Jónleivur og Dagbjart. Leivur og Jastrid fingu eitt langt lív saman. Á tremur við kærleika, sátt og semju. Tey náddu at halda 56 ára brúdleypsdag saman. Umframt síni børn, frøddist Leivur nógv um síni abba- og langabbabørn. Leivur og Jastrid fingu ikki bara viðrák í lívinum. Sjúka kom í húsið, tá dótturin Sonja bleiv sjúk av liðagikt og kom at vera bundin at rullustóli. Tey fluttu við húsi til Havnar í 1973 fyri at kunna vera um Sonju, og har veita henni ta hjálp, har kundi fáast. Tað má hava verið sera trupult hjá einum fiskimanni at flyta av bygdini við konu og børnum, men kærleikin kennir ikki mørk - hesaferð til Sonju. Sonja leið av svárari píni, meðan sjúkan breyt hana niður. Tað má hava nívt tey sáran at síggja kæra barn teirra fara ígjøgnum hesar líðinar og ikki kunna veita linning til hana.


Leivur fór at arbeiða í Havn og bygdi hús á Peder Head. Sonja fekk ikki nøktandi hjálp her. Hon var noydd at flyta av landinum. Hon kom at búgva einsamøll í Rødovre í Danmark, langt frá sínum kæru. Í 1992 fluttu Jastrid og Leivur enn einaferð aftur, hesaferð av landinum. Nú vóru tey ikki ung longur og heilsan ikki hin besta, aftan á eitt langt lív við stríði og strevi. Eg havi mangan spurt meg, hvussu tey kundu orka hetta. Tey fluttu i íbúð við síðurnar av hjá Sonju. Har komu tey at húsast til stóra hjálp, gleði og troyst fyri Sonju.


Eg kom til Havnar fyri 32 árum síðani. Skjótt bar saman millum meg og hesa serliga hjartagóðu familu. Eg, konan og børnini eru komin á Peder Head til tey fluttu niður. Eisini hava vit fleiri ferðir vitja í Rødovre. At vitja Leivur var nakað serligt. Tú var altíð betur fyri, tá tú fórt avstað aftur, enn tá tú kom. Hjartalagið var av einum slíkum slag, at ringt var at finna líkan. Ein sansur, sum ongin vil vera fyri uttan, og ongin vil vera langdur undir ikki at hava, er tann humoristiski. Henda sansin átti Leivur, Hetta gjørdi, at vit komu at hava mangar ógloymandi, gevadi og stuttligar løtur saman, sum enn sita fastur, djúpt í mínum sinni. Tær vekja mangan góð minnir. Tá eg kom inn á gólvið, var altíð tað fyrsta hann segði: »Jastrid, gev hvalbinginum ein drekkamunn, rossi er svangt«, og við sínum serliga brosi. Leivur var sera góður við Jastrid, og helt seg vera sera heldigan at hava fingið hana til konu, dugnalig og røsk sum hon er. Hann segði mangan fyri mær, tá lagið var gott: »Eg fekk ta penastu gentuna í Hovi«. At hon var vøkur, tað helt hann alt lívið.


Leivur og Jastrid komu heim at vitja síni kæru seinasta heyst, og búðu hjá Elini. Hetta kom at vera hansara seinasti túrur. Lívsins sigling var lokin, árarnar lagdar inn um stokkin fyri seinastu ferð.


Sonja góða, tankarnir leita til tín og Michael í rødovre. Nú kemur ongin pabba niður aftur at vitja og vera um teg. Hann sum tú altíð tosaði um, og vart so góð við.


Góða Jastrid og tit sum Leivur var so góður við. Nú sita tit eftir við sakninum og sorgini. Má Harrin troysta tykkum í hesum døgum.


Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Leiv Hammer.


Arnold Eyvindsson