Leitar í Madrid og Milano

Nýggi venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini, ætlar sær til Madrid og Milano eftir styrki til lið sítt. Í Real Madrid hevur hann hug á Gago, umframt at hann vil keypa Flamini frá AC Milan. Frammanundan hevur Mancini keypt Patrick Vieira til, men fraklendingurin er skaddur og má bíða eitt sindur enn, áðrenn hann spælir fyrsta dystin fyrsta enska Premier League-felagið.