Í alla nátt hava skip og bjargingartyrla leitað eftir einum skipi, sum skuldi vera í neyð vestanfyri Mykines.
Tað var klokkan eitt í nátt, at russiska farmaskipið, Sunny Lisa, sum var 10 fjórðingar vestur úr Mykinesi, ringdi til MRCC í Havn og boðaðu frá, at tey høvdu sæð fýra neyðrakettir í ein útnyrðing úr teimum.
Russarin sá fyrst tvær, og síðani tvær afturat beint eftir og ter vóru vóru vísir í, at talan var um neyðrakettir.
MRCC sendi alt fyri eitt bjargingartyrluna hjá Atlantsflogi at leita og samstundis fingu tey fatur á Brimli, og á danska verjuskipinum, Thetis, umframt at á Hansa Maria var á leiðini. Tey fingu øll boð um at sigla á leiðina, og saman við russaranum hava tey leitað í alla nátt. Tilsamans var tyrlan á flogi í tríggjar tímar, men hon mátti inn at bunkra ímillum.
MRCC sigur í morgun, at tilsamans hava tey leitað á einum sjóøki upp á 15 ferðir 25 fjórðingar, ella tilsaman 375 ferfjórðingar. Men hóast leitað varð til klokkan 7.30 í morgun, varð einki funnið.
Veðrið var av tí fínasta og tað var rættiliga klárt. MRCC sigur, at okkurt av skipunum, sum vóru við í leitingini segði, at tað vóru nógv stjørnuskot og fylgissveinar at síggja á luftini, og hildið verður, at russarin hevur mistikið seg, og hildið at talan var um neyðrakettir.
MRCC hevur heldur ikki fingið neyðarkall frá nøkrum skipi, ella fráboðan um, at nakar er saknaður og tískil varð leitingin avblást fyrr í morgun.