Leita víðari eftir kvinnuni: Politiið útilokar einki

– Tað er ein risastór uppgáva

Leitingin av kvinnuni, sum hvarv í Vágum í gjár, er uppaftur tikin í morgun.

 

Men nú verður ikki leitað á landi longur - bara á sjónum. Politiið, tyrla og bjargingarfeløg hava sum so verið í øllum krókum á landi, har tað kann vera sannlíkt at finna ein persón, men av tí at kvinnan ikki er funnin, hevur man nú valt at fokusera leitingina sjóvegis.

 

Men tað er ikki bara-bara at leita á sjónum í dag, tí líkindini at leita eru ring.

 

– Tað er ein risastór uppgáva. Tað eru til dømis ikki líkindi beint nú at seta smærri bátar á sjógv at fara inn í holur og so framvegis, sigur vaktleiðarin hjá politinum við in.fo.

 

Hann greiðir frá, at Brimil fór avstað í morgun, og tyrlan hevur eisini verið á staðnum.

 

– Tað verður leitað so leingi tað gevur meining at leita, sigur vaktleiðarin, sum tí ikki dugir at meta um, hvussu leingi leitingin fer at halda fram.

 

Tað er MRCC, sum tekur sær av leitingini á sjónum.

 

Arbeiða við fýra møguleikum

 

Tá persónar hvørva soleiðis, so verður vanligvís altíð arbeitt við fýra møguleikum. Og tað verður tað eisini í hesum føri. Ein møguleiki er, at kvinnan hevur gjørt av við seg sjálva, og ein annar er, at tað eitt óhapp. Hon kann eisini vera deyð av natúrligum orsøkum - og fjórði møguleiki er, at hon kann vera dripin.

 

Politiið útilokar ongan møguleika.

 

Nú verður málið kannað. Har eru onkrar ábendingar um okkurt, men tað er for tíðliga at gera nakrar niðurstøður.

 

Kvinnan, sum hvarv í gjár, var farin ein túr í hagan saman við maka sínum, sum seinni boðaði frá, at kvinnan var horvin. Talan er um eitt útlendskt par - hon úr Kina og hann úr Hollandi, og tey búðu í Týsklandi.