Løgreglan hevur í dag verið niðri í Vágsbotni og leita við hundi, í økinum millum Vágsbotn og Skálatrøð.
Bæði í Vágsbotni og á Skálatrøð stóðu løgreglufólk og forðaðu ferðsluni at koyra millum økini bæði. Ein løgregluhundur gekk og snoddaði í økinum, meðan ein løgreglumaður leitaði og aðrir stóðu vakt.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at talan er um eina venjing, men viðgongur kortini, at tað er við vilja, at venjingin var løgd júst hagar í dag.
- Eitt harðskapsmál var í økinum leygardagin, so teir valdu at leggja venjingina har, um nú hundurin skuldi funnið okkurt nýtt, sum vit kunnu nýta í málinum. Slíkar venjingar eru annars regluliga ymsa staðni í landinum, sigur vakthavandi.










