Samskiftisfyritøkan VERO, við heimstaði í London, skal hjálpa føroyingum at fáa limaskap í IOC og sleppa at luttaka í olympisku leikunum. Í samstarvi við ÍSF skal VERO greiða IOC frá, at Føroyar hava uppiborið at gerast partur av IOC, orsaka av sínum áræði og trúfesti móti ítrótti eins og orsaka av politiska sjálvstýrinum, skrivar heimasíðan Around the Rings, sum ber tíðindi sum hava við olympisku leikirnar at gera.
- Føroyar hava søkt um limaskap í yvir 40 ár, er ein stovnandi limur í altjóða paralympisku nevndini og hevur longu sjálvstøðugan limaskap í átta øðrum altjóða ítróttarsambondum, so tey hava eina góða søk at byggja víðari á, sigur John Zerafa, stjóri í VERO
Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF, sigur, at Føroyar ynskja sama møguleika at luttaka í olympisku leikunum, sum vit hava í paralympisku leikunum, har Føroyar hava vunnið 13 heiðursmerki.
- Samstarvið við VERO vísir, í hvussu stórum álvara vit taka okkara olympisku mál. Vit gleða okkum at samstarva við teir og greiða IOC og tí størru olympisku familjuni frá okkara søk, sigur Jon Hestoy.
VERO hevur hjálpt millum øðrum París at fáa olympisku leikirnar í 2024, PyeongChang í 2018 og Rio í 2016.










