Í gjár fór eitt stórt lið av monnum úr Norðoya Bjargingarfelag at leita eftir Pidda Hansen.
Teir hava leitað í fjøruni á vestursíðuni á Kalsoynni og Borðoynni. Teir leita aftur í dag.
Sunleiv Højgaard, samskpari fyri allari leitingini sigur, at ein áheitan kom at fara at leita har, og norðoyingarnir vóru beinanvegin til reiðar at fara at leita, hóast illgongt er og haraftrat hált.
Áheitanin kom frá onkrum, sum hevði sæð fyri sær, at har var maðurin at finna. Summi síggja meira ennonnur, sum Sunleiv Højgaard tekur til.
Kavin darvar annars leitingini, men leitað hevur kortini verið ymsa staðni í Eysturoynni.
Annars er okkurt spor eftir at elta. Tað kemur av, at onkur heldur seg hava sæð gráa bilin.











