Bjargingarlið eru nú givin fyri dagin at leita eftir einum útlendskum ferðamanni, sum hevur verið saknaður í Fugloy síðani í gjár.
Tað var á miðdegi í gjár, at ein útlendskur ferðamaður kom við til Fugloyar við tyrluni. Hann skuldi eina gonguferð, men skuldi inn aftur á meginlandið við Rituni seinnapartin. Síðani hevur eingin borið eyga við mannin, og tey vita við vissu, at hann var ikki við Rituni á veg inn aftur, og tá varð boðað frá, at hann varð saknaður.
Les meiri her: Leita enn eftir horvnum ferðamanni í Fugloy
Vaktarskipið, Brimil, leitaði fram við landið í alla nátt, men til fánýtis. Í gjárkvøldið vóru ikki líkindi at fara í hagan at leita, men beinanvegin í lýsingini í morgun varð farið í hagan at leita við løgreglu, staðkendum fugloyingum, hundum og tyrlu.
Løgreglan sigur, at tey hava leitað við tyrlu við fýra fólkum, umframt at fimm løgreglufólk hava verið og leitað við hundum, og harafturat hevur eisini eitt lið av staðkendum fólki verið við í leitingini.
Løgreglan sigur, at tey hava leitað í øllum hugsandi støðum á oynni, men enn hevur alt verið til fánýtis, tí tað eydnaðist ikki at finna mannin. Og nú tað aftur er farið at myrkja, eru ikki umstøður at leita longur, so tey eru givin. Løgreglan sigur, at nú verður so støða tikin til, hvussu farast skal fram víðari og um leitingin verður tikin upp aftur í morgin.