Leitað verður framvegis eftir Óla Dam, sum hvarv í Kollafirði hóskvøldið. Tá vit tosaðu við løgregluna mánamorgunin, høvdu menn enn ikki borið eyga við mannin.
Vaktar- og Bjargingartænastan hevur saman við fólki av Brandstøðini og frá Havnar og Kollafjarðar Bjargingarfelag leitað eftir manninum síðan hósdagin, tá fólk fingu frænir av, at hann var horvin.
Harumframt hava Tjaldrið og Brimil verið á firðinum og leita við sjókaga, men uttan úrslit. Farið varð aftur undir leitingina mánamorgunin klokkan 10. Tá skuldi seinasti parturin av fjørðinum kannast við sjókaganum.
Tað var hóskvøldið klokkan seks, at Óli seinast var sæddur á lívi. Hann var tá á veg at seta gørn við einum eldri 4-mannafari, sum hann hevur standandi í einum neysti í Kollafirði.
Men hann er ongantíð komin so langt. Gummistivlarnir standa enn órørdir í neystinum, og sjógvur er í bátinum. Tað ber boð um, at hann ikki hevur oyst sjógvin úr bátinum.
Umframt at leitað hevur verið á sjógvi hevur løgreglan eisini verið úti við hundunum. Teir hava verið í øllum neystunum í Kollafirði og í gilum og veitum, har maðurin kanska er dottin. Hundarnir hava ikki tevjað nakran mann enn, hóast leitað hevur verið í øllum hugsandi og óhugsandi støðum.
Óli Dam er 70 ára gamal. Hann er kollfirðingur men búsitandi í Havn. Enn er ikki avgjørt hvussu leingi menn fara at leita, men støða verður tikin til tess seinni.