Tey flestu íslendsku uppsjóvarskipini eru farin aftur til fiskiskap eftir at hava ligið inni um jólini og nýggjárið, skrivar Morgunblaðið.
Sambært blaðnum fóru 15 skip á lodnuveiði í gjár, og hini fara teir næstu dagarnar. Tíggju skip skulu leita eftir lodnu uppi á Norðurlandinum. Hetta verður gjørt í samstarvi við havrannsóknarstovuna, og havrannsóknarskipið Árni Fríðriksson leitar eisini.
Eitt íslendskt uppsjóvarskip, Aðalsteinn Jónsson, sum hoyrir heima á Eskifirði, fer í næstum í føroyskan sjógv at leita eftir svartkjafti, skrivar Morgunblaðið.










