Leita eftir list við lummalykt

Nú kunnu listaverk upplivast á heldur øðrvísi hátt

Listasavn Føroya fer nú at bjóða fólki á listaframsýning við lummalykt.

Tað verður leygardagin 6. februar, tá ið tiltakið »Vetrarljós« verður.

Listasavnið letur dyrnar upp og sløkkir ljósið. Fólk fáa síðani høvi at fara við lummalykt á  listarliga kanningarferð í húsinum.

– Vápnað við lummalyktum rannsaka vit savnið í myrkri og síggja listaverkini koma til sjóndar á ein heilt øðrvísi hátt. Hetta er ein serstøk og (ó)hugnalig uppliving fyri stór og smá. Rundvísingar í føstu framsýningini verða alt kvøld, har spennandi søgur um listina verða sagdar, sigur Listasavnið.

Listasavnið biður fólk taka egna lummalykt við ella at nýta ljósið á fartelefonini.