Leita eftir leikarum til føroyska krimirøð

Nú leita fólkini handan nýggja føroyska krimirøð eftir leikarum til sendingina. Leita verður eftir bæði føroyingum og útlendingum til ymiskar leiklutir: bæði høvuðleikarar, hjáleikarar og ífyllingarleikarar í ymiskum aldri. 

 

Krimirøðin kallast Trom, og talan er um eina krimi/dramarøð við óvæntaðum dokumentar tvisti. Søgan fer fram í einum lítlum oyggjasamfelagi í Norðuratlantshavinum. Fyrsti partur er í gerð og ætlanin er, at upptøkurnar byrja í 2017/2018, skrivar trom.tv. 

 

 

Tað er Torfinnur Jákupsson, sum hevur skrivað og sum framleiðir røðina. Íblásturin til søgugongdina er sprottin úr skaldsøgum hjá Jógvani Isaksen, og úr veruligum hendingum, stendur á heimasíðuni.