Enn einaferð má staðfestast, at mong eru áhugamálini.
Eitt forngripasavn í Randers í Danmark er nú farið at at sóknast eftir gomlum, føroyskum nummarplátum
Talan er um Danish Design Museum í Randers, sum hevur fingið áhugað fyri gomlum føroyskum nummarplátum.
Í hesum sambandi fortelur Preben Buchhave á forngripasavninum, at tey hava nýliga keypt nummarplátu nummar 22 til savnið.
Hann sigur, at øll sløg av gomlum nummarplátum hava áhugað, men ber ikki til at keypa, eru tey eisini áhugað í góðum myndum av gomlum, føroyskum nummarplátum.
Men er tað nakar, sum veit nakað um søguna hjá nummarplátuni við nummar 22, sum myndin er av, vilja tey á danska gripasavninum fegin frætta um hana.
Tey, sum vilja vita meiri um hetta danska forngripasavnið, kunnu fara á heimasíðuna:http://www.danishdesignmuseum.dk/