Teir seinastu fjúrtan dagarnar hava norskir fornfrøðingar funnið ymiskt áhugavert stutt frá teirri 750 ára gomlu Ólavskirkjuni við Avaldsnes á oynni Karmøy. Enn vita teir ikki við vissu, hvat tað er, men teir hava varhugan av, at talan kann vera um kongsgarðin hjá Haraldi Hárfagra, sum savnaði norska ríkið.
-Vit hava fleiri ábendingar um, at kongsgarðurin var har, og tær næstu vikurnar fara vit at royna at fáa tað steðfest. Tað, sum vit hava funnið higartil, er í sera góðum standi, og tí vóna vit, at tað eisini er so við sjálvum komgsgarðinum, sigur fornfrøðingurin Dagfinn Skre við Aftenposten.
Avaldsnes er elsta kongssetur í Noregi. Tað er próvfast, at Haraldur Hákunarson helt til har, tá Ólavskirkjan bleiv bygd í 1250, og søgumenn halda, at Haraldur Hárfagri bygdi sín kongsgarð har umleið 870.
Tað, sum fornfrøðingarnir higartil hava funnið, vísir í hvussu er á, at fólk búðu har í víkingatíðini.









