Leita eftir føroyingum við sjúku, sum ungfólk doyggja av

- Ungfólk, sum hava sjúkuna, eru í stórum vanda fyri at doyggja av blóðproppi

Nú verður ein skipað kanning sett í verk, fyri at finna føroyingar, sum hava eina arvaliga sjúku, sum tað er stórur vandi fyri at doyggja av.

 

Tað er Rudi Kollslíð, hjartalækni á Landssjúkrahúsinum, sum er farin er farin undir eina ph.d.verkætlan við tí endamáli at finna føroyingar við tí arvaligu kolestorol sjúkuni, ættar hyperkolesterolemi, skrivar Granskingarráðið, sum eisini stuðlar ætlanini.

 

Ljós var av álvara varpað á hesa sjúkuna, táið norski stjørnu-svimjarin, Alexander Dale Oen, brádliga doyði av hjartatilburði í 2012, bara 26 ára gamal.

 

Áðrenn hevði hann gramt seg um pínu í økslini. Tað varð staðfest, at hann hevði havt ein blóðpropp í hjartanum 3-4 mánaðir áðrenn hann doyði og at pínan í økslini sannlíkt hevði samband við hetta.

 

- Líkskoðanin staðfesti eisini, at hann hevði ættar hyperkolesterolemi, tað vil siga arvaliga kolesterolsjúku.

 

- Hetta kann vera sera álvarslig sjúka, verður hon ikki staðfest. Er hon hinvegin staðfest, ber at geva fyribyrgjandi viðgerð og sostatt ber eisini til at liva uttan øktan vanda fyri hjartatilburði.

 

Ættar hyperkolesterolemi er arvalig sjúka, at kolesterolið í blóðinum verður sera høgt.

 

- Verður sjúkan ikki viðgjørd, er ein munandi størri vandi fyri at fáa æðrakálking á ungum árum, sum kann hava við sær blóðtøpp í hjarta ella í heilan og deyða, sigur Granskingarráðið.

 

Hóast vit ikki vita, hvussu nógvir føroyingar hava hesa sjúkuna, men kanningart benda á, at sjúkutíttleikin er munandi hægri í Føroyum enn í Evropa annars.

 

Kanningarnar eru gjørdar við at gjøgnumganga kolesteroltølini hjá 20.000 fólkum í Føroyum.

 

Sostatt fer Rudi Kollsker nú at leita eftir føroyingum við ættar hyperkolesterolemi. Tað ger hon við at  kanna blóðroyndir, reseptir og sjúkuavgerðir.

 

- Tey fólkini, sum verða funnin, verða boðin til kanningar at vita um tey hava ættar hyperkolesterolemi.

 

Talan er um at taka eina blóðroynd at kanna, hvussu nógv kolesterol er í blóðnum.

 

- Hava tey tað, verða allir familjulimir teirra í fyrsta liði, eisini bodnir til kanningar og øll sum fáa staðfest sjúkuna, fáa tilboð um viðgerð og uppfylgjandi kanningar

 

- Mett verður, at hetta hevur stóran samfelagsligan týdning, bæði fyri heilsustøðuna hjá fólki og búskaparliga, sigur Granskingarráðið.