Nú verður leitað eftir føroyingum at manna teir ymsu leiklutirnar í einum nýggjum leiki, sum verður settur upp í Føroyum næsta heyst Talan er um eina nýggja, føroyska leikhúskonsert, har tey nú royna at finna sangarar til at manna teir ymsu leiklutirnar.
Talan er um leikhúskonsertina, Rósa Maria, sum verður sett upp í Norðurlandahúsinum á heysti 2015 og sóknast verður bæði eftir leikarum til teir ymsu høvuðsleiklutirnar og eftir leikarum til smærri leiklutir, sigur Petur Mohr Reinert, sum er við at fyriskipa upptøkuroyndirnar
Hann sigur, at tað er bara hjá øllum, sum hava hug at royna seg á palli, og sum duga at syngja, at møta til upptøkuroyndir sum vera á Musikkskúlanum ímillum jól og nýggjár. Í hesum sambandi verður leitað eftir bæði monnum og kvinnum í tjúgunum, men brúk er eisini fyri nøkrum fólkum um 30 ára aldur og nøkrum um 40 ára aldur. Leikurin um Rósu Mariu byggir á eitt stuttsøgusavn við sama heiti hjá føroyska rithøvundanum Jens Paula Heinesen, sála.
Í leikhúskonsertini er savnið gjørt til eina samanhangandi søgu, har fleiri ymiskar lagnur í Havn verða flættaðar saman í eitt nútímans drama við sviki, sorg, kærleika, kæti, tráan og trongd. - Tað er tó unga gentan, Rósa Maria, og stríð hennara at mennast til eina búnað kvinnu í eini torførari tíð, sum søgugongdin mest snýr seg um, sigur Petur Mohr Reinert. Bergur Rasmussen hevur skrivað tekstirnar, og Jónleif Jensen hevur smíðað og lagt øll løgini í konsertini til rættis. Tim Zimmerman býr í München í Týsklandi og hevur drúgvar altjóða royndir í at leikstjórna sangleikir. Hann hevur millum annað sett upp Jesus Christ Superstar, Cabaret, Chicago, Footloose, og aðrar leikir í fleiri ymiskum londum - seinastu árini serliga í Norðanlondum. Tim Zimmermann verður sjálvur í Føroyum ímillum jól og nýggjár at vera við til upptøkuroyndirnar, sigur Petur Mohr Reinert.
|