Leita eftir fleiri túsund norðurlendingum

Serliga nógvir sviar eru ikki komnir afturáftur aftan á flóðalduna í Suðurasia.

Fleiri túsund norðurlendingar vóru í londunum í Suðurasia og hildu jólafrí, tá tann oyðandi flóðaldan skolaði inn yvir stendurnar í londunum við Indiska Havið annan jóladag.

Í gjár visti danska uttanríkisráðið at siga, at 13 danir eru eftir øllum at døma deyðir, teir flestu í Teilandi. Men myndugleikarnir hava framvegis ikki frætt frá umleið 200 dønum, sum vóru í økinum.

Í Noregi hava myndugleikarnir fingið váttan fyri, at 18 norskir ríkisborgarar eru dunnir deyðir. Men sambært Jan Petersen, uttanríkisráðharra verður leitað eftir umleið 700 norðmonnum, sum ikki hava latið frætta frá sær.

Tey svensku tølini eru nógv størri. Uttanríkisráðið í Stockholm hevði í gjár fingið vissu fyri, at 54 sviar eru funnir deyðir, men at fleiri túsund hava ikki givið ljóð frá sær síðani flóðalduna.

Finsku myndugleikarnir hava fyrr boðað frá, at minst ein finnlendingur er deyður.

SAS gjørdi í gjár av at senda fimm flogfør til Suðurasia eftir ferðafólkum. Tey flestu hava mist alt, sum tey høvdu við sær. Ein norðmaður, sum kom við flogfari úr Teilandi, greiddi frá, at hann hevði einans tey klæðini, sum hann var í. Pengar, pass og annað var horvið.