Tað loysti seg væl hjá Lincoln Red Imps at vinna á Víkingi

Liðið úr Gibraltar verður partur av einum deildarspæli, so ella so

Samlaði 4-2 sigurin hjá meistaraliðnum úr Gibraltar á Víkingi í Champions League undankappingini er nú veruliga ein GYLTUR sigur.

 

Lincoln Red Imps kemur antin at spæla í deildarspælinum í Europa League, ella deildarspælinum í Conference League.

 

Í øðrum undanumfarinum í Champions League tapti Lincoln greitt samlað 1-6 fyri Reyðu Stjørnu úr Serbia.

 

Lincoln reisti seg tó í triðja undanumfarinum í Europa League. Á heimavølli megnaðu teir javnleik 1-1 móti armenska liðnum, FC Noah.

 

Á útivølli helt Lincoln málið reint í 120 minuttir, og so mátti brotssparkskapping til. Í brotssparkskappingini setti Lincoln seks av sjey brotsspørkum í netið, meðan Noah bert megnaði at skora upp á fimm av sjey brotsspørkum.

 

Lincoln kann nú flenna allan vegin til bankan, fyrst og fremst takkað verið, at teir vunnu ein samlaðan sigur á Víkingi.

 

Í Play Off dystunum í Europa League møtir Lincoln Red Imps portugisiska liðnum, Braga. Portugisiska liðið er risafavorittur. Men Lincoln Red Imps kann spæla frítt. Teir koma í eitt deildarspæl, óannsæð.