Fer landsstýrið at geva stuðul til avlamisbilar?

Tingmaður vil hava landsstýrismannin í almannamálum at greiða frá, hví samgongan hevur tikið stuðul burtur til avlamisbilar.

Katrin Dagbjartsdóttir, sum hevur rørslutarn, vísti í Sosialinum á sína ónøgd við avgerðina hjá landsstýrinum um at taka av stuðul til avlamisbilar

Tað er Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur sett Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni í almennamálum ein grein 52a fyrispurning um málið.

 

Johan Dahl spyr soleiðis:

 

1. Hví hevur landsstýrið valt at spara áleið 1 mió. krónur til fólk við skerdum førleika, sum hava tørv á avlamisbili, men sum ikki hava fíggjarligan møguleika at fíggja hann sjálvi?

 

2. Hvussu kann hendan avgerð rættvísgerast, samstundis sum samgongan ætlar at brúka milliardir uppá stórar samferðsluútbyggingar?

 

3. Hvussu samsvarar lógarbroytingin við almennu orðini um inkludering, javnstøðu og sjálvbjargni fyri allar borgarar?

 

4. Ætlar landsstýrið at broyta lógina aftur, soleiðis at hesin serliga viðbrekni bólkur aftur fær reellan møguleika til at hava eitt sjálvstøðugt og virðiligt lív?

 

Í viðmerkingum til uppskotið vísir Johan Dahl á, at frá 1. januar 2024 varð stuðulin til keyp av avlamisbili avtikin og í staðin avmarkaður til serligan útbúnað til bil.

 

– Hetta merkir, at nógv fólk við skerdum førleika, sum kunnu koyra bil, nú standa uttan møguleika at fáa fíggjarligan stuðul til sjálvan bilin. Tey hava ístaðin møguleika at fáa eitt rentufrítt lán upp til ávísa maximum upphædd, sigur Johan Dahl.

 

Lesið eisini: Tingfólk gjørdu sjálvbjargin óhjálpin

 

– Talan er um fólk, sum ikki hava biðið um sína lagnu, og sum oftast bert hava fyritíðarpensjón at liva av og tískil ikki fíggjarligt rásarúm at afturgjalda lán til akfarið. “Teppið er skrykt undan teimum” við hesi skerjing, sum fór fram, og eftirfylgjandi hevur tað havt negativa ávirkan á teirra dagliga og lívsgóðsku og teirra sosialu møguleikar verða skerdir og sjálvbjargni minkar, sigur hann.

 

Lesið eisini: Landið letur stuðul til stjórabilar men ikki til avlamisbilar

 

Hann vísir á, at sparingin, sum er mett til umlein eina millión krónur, rakar ein lutfalsliga lítlan, men serliga viðbreknan bólk í samfelagnum.

 

– Samstundis verður tosað um at brúka milliardir upp á stórar samferðsluútbyggingar. Tað kann ikki kallast annað enn eitt beinleiðis álop á tey, sum longu eru millum tey veikastu í samfelagnum, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður.

 

Landsstýrismaðurin hevur nú tvær vikur at svara spurninginum.

 

Katrin Dagbjartsdóttir, sum hevur rørslutarn, vísti í Sosialinum á sína ónøgd við avgerðina hjá landsstýrinum um at taka av stuðul til avlamisbilar