Leita eftir feløgum at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy

Nú eru kanningar settar í verk at vita um tað eru privatar fyritøkur, sum eru áhugaðar at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy.

Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.

Hann sigur, at tað er eitt útlendskt ráðgevarafelag sum stendur fyri hesum kanningunum vegna Innlendismálaráðið.

Bill Justinusssen, tingmaður, staðfestir, at seks milliónir verða settar av til nýggja Eysturoyartunnilin næsta ár og ætlanin er at seta aðrar seks milliiónir av í 2014. Og nú vil tingmaðurin hava at vita, hvat hendir í málinum.

Landsstýrsmaðurin sigur, at hasar 12 milliónirnar, sum ætlanin eru at játta næsta ár og í 2014, skulu brúkast til at gera útbjóðingartilfar so at tunnilin kann bjóðast út.

Men ongin peningur verður brúktur til nakrar fyrireikingar, fyrrenn ráðgevarafyritøkan, sum kannar málið, er komin við eini niðurstøðu um privatur áhugi er fyri ætlanini.

Ætlanin er sostatt, at ráðgevarafelagið skal vera liðugt við kanningina í ár.

Hann sigur, at felagið, sum upprunaliga ætlaði at gera tunnilin, er ikki við í myndini, men at endamálið við kanningunum er at vita, um útlendskt feløg eru áhuga at gera tunnilin.

Bjørt Samuelsen heldur, at hetta er ørskapur, tí undanfarna samgonga hevur longu brúkt 3-4 milliónir upp á verkætlanina.

Tær fóru beint út av vindeyganum, tí tað var longu greitt, at privata felagið, sum skuldi fáa rættin at gera tunnilin, fór ikki at klára tað.

Tí bað tingkvinnan samgonguna umhugsa at lata tað almenna gera hendan undirsjóvartunnilin, tí inntøkurnar av honum kundi brúkast til at fíggja ein Sandoyartunnil ístaðin fyri at lata privatfólk forvinna hundraðtals milliónir upp á tunnilin.

Kristina Háfoss heitti á samgonguna um at sleppa ætlanini, tí tað er staðfest, at verður tað hitt almenna, sum ger tunnilin, verður hann munandi bíligari.

Kári P. Højgaard undrast á, hvussu tað nú alt í einum ber til at finna eina milliard á fíggjarlógini til eina verkætlan, sum annars kann haldast uttanfyri landskassan.