Í Eysturgrønlandi verður leitað eftir 14 ferðafólkum, sum vóru farin at rógva í kajakk, og sum ikki eru komin afturíaftur, eftir at illveður kom á tey. Ferðafólkini vóru farin at rógva á Scoresbysund-fjørðinum, men har var illveður í dag við nógvum vindi.
Politiken skrivar, at 20 ferðafólk vóru á kajakk-ferðini, men at seks teirra eru funnin aftur í øllum góðum á einari oyggj á fjørðinum.
Eitt danskt skip, sum var statt í Tasiilaq, er biðið um at hjálpa við at leita eftir teimum horvnu ferðafólkunum. Men sambært Politiken kann tað taka skipinum 36 tímar at sigla til leiðina, har kajakkirnar hvurvu.