Leita allastaðni eftir Heina

Skip, bátar og fólk á landi leita víða hvar eftir Heina Olsen, sum ikki er sæddur síðan mánadagin. Í morgun var leitingin tikin upp aftur eftir 40 ára gamla Heina Olsen, sum ikki er sæddur síðan mánadagin seinnapartin, tá ið hann fór av arbeiðsplássi sínum, studentaskúlanum á Kambsdali.

Heini Olsen býr í Klaksvík, men henda dagin fór hann til Eiðis, har hann hevur eini hús og ofta situr og arbeiðir.

Tá ið hann ikki kom til arbeiðis týsdagin, varð farið at leita. Í gjár eftirlýsti politiið hann.

Tað er greitt, at Heini Olsen fór til Eiðis. Mappa, lyklar og annað hjá honum lá á borðinum, og bilurin stóð í túninum. Teldan var tendrað.

Í gjár varð leitað á landi, og Eiðis Bjargingarfelagið leitaði við tveimum bátum á sjónum. Í morgun kom Norðoya Bjargingarfelag við upp í leitingina við Ziska og einum skjóttgangandi báti.

Seinnapartin er ætlanin at fara út í vatnið at leita.

Fleiri sjálvboðin fólk, eitt nú bøndur, leita í haganum, upplýsir politiið.