Leita aftur eftir katamarani til Skálafjarðarsiglingina

Strandferðslan fer nú aftur at kanna møguleikarnar at royna ein katamaran í siglingini ímillum Havnina og Skálafjørðin



 

Strandferðslan hevur ikki slept ætlanini at leiga eina tvíkilju -katamaran- til at sigla ímillum Havnina og Skálafjørðin.

Nú er tað langt síðani, at tað frættist, at ætlanin var at leiga eina tvíkilju til hesa farleiðina, men so hoyrdist onki aftur.

Men málið er ikki burturdottið, tvørturímóti.

Tí nú fer Strandferðslan aftur at kanna møguleikarnar fyri at leiga eina tvíkilju- til at sigla ímillum Havnina og Skálafjørðin,

Tað fer Strandferðslan at gera, tá ið eykajáttanarlógin, sum í løtuni er til viðgerðar í tinginum, er samtykt.

Tað er alt, sum talar fyri, at hon verður endaliga samtykt seinni í hesi vikuni og tá fer Strandferðslan aftur at leita eftir eini tvíkilju.

Ein partur av uppskotinum til eykajáttanir, sum tingið viðgerð í løtuni, er at játta Strandferðsluni 3,5 milliónir.

Av teimum skulu 2,5 milliónir brúkast til útreiðslur til olju til strandfaraskipini.

Tað hevur rakt Strandferðsluna serliga meint, at oljan er dýrkað so nógv og tí er ætlanin at lata hana fáa 2,5 milliónir eyka í ár til hesar útreiðslurnar.

Tann seinasta milliónin av eykajáttanini skal brúkast til at seta ?dedikeraðan radiooperatør? umborð á Dúgvuna og á Trónd.

Talan er um fýra mans, sum Strandferðslan má seta til endamálið.

Hetta eru radiooperatørar, sum hava til endamáls at taka sær av øllum samskifti í sambandi við eina neyðstøðu, so at skiparin er fullkomiliga leysur av tí.

Hetta eru krøv, sum Skipaeftirlitið hevur sett Strandferðsluni.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfeðsluni, sigur, at sostatt hevur eykajáttanarlógin onki við Skálafjarðarsiglingina at gera sum so.

?Men vit hildu tað ikki verða rætt, at vit fóru at brúka pening til eina tvíkilju at sigla inn á Skálafjørðin, samstundis, sum vit manglaðu pening til endamál, sum eru neyðug, sigur hann.

? Men fáa vit eykajáttanina, sum alt nú talar fyri, at vit fáa, fer tað aftur at bera til at kanna málið at leiga ein katamaran at sigla á ímillum Havnina og Skálafjørðin.

Hann sigur, at í fyrstu syftu verður tað talan um at gera eina roynd at leiga ein katamaran til skálafjarðarsiglingina í ein mánaða, ella so, fyri at vita, hvussu hann roynist.

Annars er tað Ternan 1- Gamla Ternan- sum hevur røkt ferðasambandið inn á Skálafjørðin. Men í løtuni er hon til fimm árs eftirlit á Skipasmiðjuni í Vági.