Ætlanin var, at fimm milliónir skuldi setast av til vegin, men tá ið fíggjarlógin hevði verið ígjøgnum mylluna hjá fíggjarnevndini, vórðu eisini tær strikaðar, so nú er ikki eitt oyra til vegin.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, er alt annað enn fegin um úrslitið, men hann vil onki siga, fyrrenn býráðið hevur havt høvi at viðgera spurningin.
Fríðgerð Heinesen er varaborgarstjóri og hon var eisini borgarstjóri í teirri gomlu Leirvíkar Kommunu, sum síðani er løgd saman við Gøtu undir heitinum Eysturkommunan.
Heldur ikki hon vil siga so nógv, fyrrenn býráðið hevur viðgjørt málið.
Men hon sigur, at leirvíkingar eru so illa viðfarnir av landsins myndugleikum í so nógv ár, at í grundini er hon ikki kløkk av at frætta, at tað verður heldur ongin vegur næsta ár.
Onkuntíð hava leirvíkingar verið so leiddir og keddir, at teir hava róð framundir at siga sáttmálan upp við tunnilsfelagið, sum loyvir teimum a binda tunnilsvegin í tann kommunala vegin. Tað skuldi so ført við sær, at tunnilsvegurin ikki kundi vera bundin í kommunala vegin longur.
Tað vil hon onki siga um enn, men hon staðfestir, at íbindingarloyvið gekk út á nýgjárinum, so hetta seinasta árið hevur onki loyvi verið.
Men hon heldur kortini, at hetta kann vera ein góður lærupengi hjá øðrum kommunum um ikki at geva landinum nakrar sum helst sømdir, fyrrenn púra greiðar og bindandi avtalur fyriliggja.
Hon sigur, at tað hevur elvt til stórar trupulleikar, at vegurin ikki verður gjørdur, tí leirvíkingar liggja við eini nýggjari bygdaætlan, sum ikki kann samtykkjast og tað hevur forða kommununi í at gera grundstykki til sethús og vinnubygningar.