- Vit eiga at knýta Leirvík upp í koyringina hjá Bussleiðini í Klaksvík.
Tað heldur, Karl Marius Poulsen, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Klaksvík.
Á seinasta býráðsfundi í Klaksvík hevði hann sæti í býráðnum sum varalimur fyri Steinbjørn O. Jacobsen, sum var burturstaddur.
Hann vísir á, at tað býr nógv fólk hinumegin undirsjóvartunnilin og hevði Bussleiðin í Klaksvík koyrt til Leirvíkar, er hugsandi, at nógv fleiri eysturoyingar høvdu leitað sær til Klaksvíkar.
Les eisini: Fleiri norðoyingar fáa ókeypis busskoyring
Bussleiðin í Klaksvík er ókeypis at brúka, og hann heldur, at hetta hevði verið ein frálíkur møguleiki hjá Eysturoyingum at sloppið ókeypis til Klaksvíkar. Hann hugsar sær, at bussurin skuldi koyrt líka ofta til Leirvíkar, sum hann nú skal koyra til Árnafjarðar, nevniliga 11 ferðir um dagin.
- Vit hava nógvar hentleikar í Klaksvík, sum tey ikki hava í Leirvík, og har um vegir, sigur hann.
Jógvan Skorheim, bogarstjóri, ásannar, at tíðirnar eru broyttar. Men tað er annars ikki so langt síðani, at Klaksvíkar Kommuna hevur avtalu við Bygdaleiðir um at at koyra oftari ímillum Klaksvík, Gøtu, Kambsdal og Fuglafjørð.
Tað var ein dýr skipan, sum kostaði Klaksvíkar Kommuna góðar 600.000 krónur um árið. Men Jógvan Skorheim sigur, kommunan fekk lítið fyri pengarnar, tí tað vóru ógvuliga fá sum brúktu tann møguleikin, og fyri trimum árum síðani fór býráðið tískil burtur úr teirri avtaluni.
Tá var býráðið eisini sannført um, at busskoyring ímillum bygdir er ein landsuppgáva.










