Leingja sáttmálar í EB/Streymi

Miðvallarleikarin Brian Olsen, úr Tjørnuvík, og áleyparin frá Norðskála Leif Niclasen, hava báðir longt sáttmála sín EB/Streym

Tað boðar felagsliðið frá á heimasíðu sínari í dag. Talan er í báðum førum um tveyára sáttmálar, sum vórðu undirskrivaðir í farnu viku. Báðir hava teir verið partur av Formulahópinum seinastu árini, og hava teir fingið alsamat meiri spælitíð. Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar, at tey í felagnum fegnast um, at leikararnir, sum eru uppvaksnir í felagnum, framvegis ynskja at stuðla EB/Streymi.