Freistin fyri at lata inn tilboð til íbúðarbygging Undir Kongavarða er longd við tveimum vikum. Tað boðar Tórshavnar kommunu frá í tíðindaskrivi í kvøld. Sambært kommununi verður tað gjørt, tí vinnan ynskti eitt longri skotbrá.
Talan er um eina verkætlan, ið hevur til endamáls at økja um útboðið av leiguíbúðum í høvuðsstaðarkommununi.
- Tórshavnar býráð tók í september avgerð um at bjóða út arbeiðið at byggja leiguíbúðir við at bjóða lendið undir Kongavarða út í almennari sølu. Kommunan hevur í longri tíð arbeitt við at menna ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, og er verkætlanin undir Kongavarða ein ítøkilig roynd at nøkta tørvin hjá mongu borgarunum, ið ynskja ein leigubústað, skrivar kommunan og leggur afturat.
- Talan er um bygging á 10.500 fermetrar, ið kemur at standa í røðini við síðuna av teimum fimm íbúðarhúsunum, sum vórðu bygd í 2007. Niðanfyri økið er raðhúsabygging, og oman fyri økið eru sethúsaútstykkingar við Klingrutjørn. Økið undir Kongavarða verður soleiðis eitt øki við fjølbroyttum bústaðarmøguleikum, har vit koma at síggja sethús við egnum grønum øki, raðhúsum við felags hentleikum og íbúðarhúsum í ymiskum støddum.
Freistin fyri at lata inn tilboð til íbúðarbygging Undir Kongavarða er sett til mánadagin 5. november kl 16.










