Limbo er heitið á nýggjasta leikinum hjá leikbólkinum Gríma, sum Tjóðpallurin setir upp eftir páskir.
Leikurin snýr seg um fimm sera ymiskar kvinnur, sum hava tað til felags, at tær allar eru innlagdar á viðgerðarheimi til avvenjingar fyri rúsmisnýtslu.
Í morgun vórðu miðlarnir bodnir oman í leikhúsið at síggja eitt brot úr leikinum, og sigast kann, at leikurin er fangandi, sterkur og veruleikanærur frá fyrsta broti. Hetta kemst helst av tí, at vit kenna okkum sjálvi aftur í øllum typunum: snobbutta aðalskvinnan, løgfrøðingurin, arbeiðarakvinnan, gøtujnjngentan og tíðindakvinnan við Gunther Wallraff kompleksinum.
- Limbo er ein leikur um jagstran eftir upplivingum og flýggjan frá veruleikanum. Um at vera besett av rúsevnum og flýggja undan sær sjálvari. Og gjøgnum lygnir og loyndarmál at halda fram at liva í hesum. Men leikurin er eisini um at finna vegin út, at uppdaga og tora at síggja, hvat tað er, sum hendir. At finna javnvágina og venda aftur til eitt frælst lív, siga tey av Tjóðpallinum.
Partvís sjálvssøga
Leikhøvundurin er svenska Margareta Garpe, sum eisini var leiðkstjóri, tá leikurin varð settur upp í Svøríki, og hon hevur sjálv verið ígjøgnum alla mylluna við rúsdrekkamisnýtslu og avvenjing.
Leikurin hevur verið vístur í nógvum grannalondum og varð somikið vælumtóktur, at hann varð innstillaður til norðurlendska sjónleikaraprísin.
Líðing, frelsu og glatan
Vit spurdu Jenny Petersen, sum er stjóri fyri Tjóðpall Føroya, hví tey nýta myndina frá kvøldmáltíðini á plakatuni, og hon greiðir soleiðis frá:
- Leikurin snýr seg í stóran mun um tað sama, sum vit kenna frá líðingarsøguni: Líðing, frelsu og glatan. Kvinnurnar eru innlagdar um páskirnar, og tær skulu eisini ígjøgnum eina drúgva líðing, áðrenn tær kunnu glatast og fáa, um ikki ævigt, so í øllum førum eitt virðiligt lív, sigur Jenny. Og hon sigur, at tað er teirra vón, at fólk koma til leikin skjótt, og ikki draga vitjanina út - føroyingum líkt.
Leikurin verður frumsýndur 2. apríl og er einar tveir tímar til longdar.