Leikluturin hjá Føroyum í kvæðnum um Odysseus

(Kykmynd) Síggj og hoyr fyrilesturin, sum italiamaðurin, Felice Vinci hevði á skúlanum á Argjahamri

Stríðini, sum Homer gamli skrivar um í Ilionskvæðinum og Odysseus­kvæðinum, hendu ikki í Miðjararhavsøkinum kring Grikkaland. Tey hendu á okkara leiðum, í Skandinavia og Eystrasalti. Og helsthevur Odysseus eisini lagt leiðina kring Føroyar, tá fyri túsund árum undan okkara tíðarrokning.

 

Tí Ogygia, har Odysseus búði í sjey ár, av tíat hann ikki slapp av aftur oynni fyri Kalypso, dóttir Atlas, er helst Nólsoy ella Stóru Dímun!

 

Tað er italiumaðurin Felice Vinci, sum erkomin fram við hesum óvæntaðu útsøgnunum í bókini ”Omero nel Baltico”, sum hannskrivaði í 1995. Bókin varð í 2012 týdd til danskt við heitinum ”Homers nordiske Rødder”.

 

Trýst á hesa YouTube leinkjuna, og síggj og hoyr fyrilesturin Felice Vinci hevði á skúlanum á Argjahamri í gjárakvøldið : https://www.youtube.com/watch?v=BUkBoJN166A

 

Tað var Norrøna Felagið í Føroyum, ið skipaði fyri tiltakinum.