Leiklutur hjá kvinnum undir krígnum

Týskvøldið 8. mars klokkan 20 skipar Kvinnubólkurin í Vágum fyri 8. mars-haldi í bygdarskúlanum í Miðvági.

Týskvøldið 8. mars klokkan 20, sum er altjóða kvinnudagur, skipar Kvinnubólkurin í Vágum fyri 8. mars-haldi í bygdarskúlanum í Miðvági.

 

Á skránni verður fyrilestur um kvinnur undir krígnum, har hugt verður at leiklutinum hjá kvinnum undir 2. heimsbardaga, bæði í Føroyum og í útheiminum.

 

Á skránni verður felagssangur, prát og ein góður drekkamunnur. Eisini kemur sjálvur countrykongurin, Hallur Joensen & Co, at syngja.

 

- Lagt er upp til eitt gott og hugnaligt kvøld. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Kvinnubólkinum í Vágum.