Eftir hendingina í gjár, tá Carlos Tevez at síggja til ikki vildi skiftast inn í Champions League dystinum móti Bayern Munchen, hevur Manchester City givið argentinska framherjanum leikbann í tvær vikur.
- Manchester City kann hervið vátta at Carlos Tevez er fyribils leikbannaður, tó í mesta lagi í tvær vikur, meðan kannað verður hvat fór fram í dystium í gjár, skrivar Manchester City í tíðindaskrivi í kvøld.
Eftir dystin í gjár, sum Manchester City tapti 2-0, var venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini, í øðini og segði, at Carlos Tevez ikki spælir aftur fyri Manchester City meðan hann er venjari.
- Leikarin verður ikki tøkur til dyst og tekur heldur ikki lut í venjinginum meðan hann hevur leikbann, skrivar Manchester City víðari.
Carlos Tevez vildi eftir dystin í gjár verða við, at hann ongantíð noktaði at lata seg skifta inn.