Síðan 1.lið hjá HB fór undir venjingina seinasta mánadag, hevur ein leikari úr Paraguei vant við.
Talan er um 20 ára gamla, Hugo Cesar Velazqvez, sum hevur valt at royna eydnuna í HB. Ætlanin er, at leikarin úr Paraguei, skal venja við 1.liðnum komandi vikurnar, og síðani verður støða tikin, um hann skal knýtast at felagnum.
HB-venjarin, Frank Skytte, sigur, at tað er torført at siga nakað um dygdirnar hjá Hugo Velazqvez, tí so stutt er fráliðið.
? Tað hevur verið nógvur kavi, og eisini skal ein taka hædd fyri, at hann júst er komin til landið. Hann skal venja seg við graslíkið, og tí fara komandi vikurnar at vísa, um hann er ein leikari, vit kunnu nýta, sigur Frank Skytte um Hugo Velazqvez
Hugo Cesar Velazqvez er áleypari, men kann eisini nýtast frammalaga á miðvøllinum.