Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur
Tað skal gerast spennandi at síggja, hvussu nýggi, spennandi »Bústaðarpakkin« fer at hæsa av tá ið avtornar. Serliga leigulógin hevur verið serstakliga átroðkandi hesi seinastu mongu árini. Eitt, eg tó gjarna vil viðmerkja, er at ein leigulóg ikki noyðist at merkja, at nógv fer at verða bygt kring um í landinum. Føroyingar hava sum er sera nógv húsarúm at búleikast í, í mun til fólk í øðrum londum, og ein tann hepnasta avleiðingin av eini komandi leigulóg vildi eftir mínum tykki verið, at størri partar av núverandi húsarúmunum verða leigaði út til fólk, ið einans sóknast eftir einum tíðaravmarkaðum býli. Nógvastaðni er trupult at finna býli hjá teimum, ið ikki hava familju ella netverk. Hetta er m.a. galdandi fyri útisetar, ið vilja flyta heim aftur á klettarnar, ella bygdafólk, ið ynskja at flyta til høvuðsstaðin, og mangan enda í kjaftunum á "bústaðarhávum", ið krevja okursleigu og veita sera vánaligar umstøður.
Eg vil heita á landsstýrismannin í almannamálum um at hugsa hesi potentiellu leigumálini (t.d. kjallaraíbúðir, men eisini heil hús) inn í leigulógina, soleiðis at privat fólk kunnu kenna seg trygg við at bjóða fremmandrafólki inn undir tak. Neyðugt er ikki einans at betra um treytirnar hjá leigarunum, men so sanniliga eisini at betra um treytirnar hjá útleigarunum. Eg hugsi m.a. um lógarkravt depositum, ið skal hugsast saman við reglurnar um tryggingarviðurskifti. Harumframt mugu gerast heilt greiðar reglur um nær eitt leigumál ikki verður nóg væl hildið, og nær útblaking tískil er ein møguleiki. Tað má takast fyrilit fyri, at privatir húsaeigarar ikki hava somu møguleikar at handfara illavorðnar leigarar sum t.d. hálvanonym skrivstovufólk í einum bústaðarfelagi. Tað má takast fyrilit fyri, at eisini gamlar ommur og abbar skulu kunna tora at leiga partar av húsinum út til fremmand fólk uttan at skula hava nakað at ræðast. Lógin skal verja leigaran, men hon skal so sanniliga eisini verja útleigaran.
Tað vildi verið spell at nýtt alt ov nógvar krónur uppá at byggja nýtt, um privatir húseigarar í staðin kundu vunnið sær nakrar eyka krónur uppá ta húsaíløguna teir hava framt. Eisini veit eg, at nógv gomul fólk hava ein "kærleika" til síni hús, og tískil ikki vilja flyta í t.d. eitt eldrabýli. Í slíkum førum vildi ein privat útleiga eisini verið hent, tá tey gomlu knappliga sanna, at tey ikki megna at røkja øll húsini longur. Í dag er størsta forðingin, at nógvir húsaeigarar ikki tora at leiga út, tí at vandin er ov stórur fyri at óseriøsir leigarar kunnu gera teimum lívið súrt ella kanska eru oyðileggjandi og skitligir.
Tryggir karmar kring leiguviðurskifti ynskjast. Eg gleði meg um, at ein leigulóg nú er í eygsjón, og eg ynski góða eyðnu við lógarsmíðinum.










