Aðalfundurin staðfesti, at tað nú er loyvt at leiga spælarar millum feløg, uttan at hetta samstundis merkir eina strikan av spæliloyvinum. Formliga hava leigusáttmálar ikki verið partur av lógunum í FSF yvirhøvur, og tí hevur útleigandi felagið á pappírinum givið avkall upp á spælara, tá hesin er læntur úr. Nakað sum væl kundi givið juridiskar trupulleikar, um spælarin skuldi havt lítlan hug at koma aftur.
Samstundis staðfesti nevndin í FSF, at hetta innibar eina broytta siðvenju viðvíkjandi deildu spæliloyvunum hjá yngru spælarum. Her hevði eittnú HB ein trupulleika í fjør, tá teir ikki kundu gera nýtslu av Emil Nolsøe Leifsson í unglingadeildini, tá hesin seinnu kappingarhálvu eisini spældi Formula-bólt við ÍF.
Tann lógarkrúllan, sum skapti trupulleikan, skuldi verið burtur við nýggju útgreinini, sum staðfestir rættin hjá feløgunum at søkja um deild spæliloyvi.