Tað sum er keypt, er felagið EJ Contractors. Tað er holdingfelagið í einum samtaki. EJ Contractors eigur partapeningin í feløgunum Eyðun Jespersen, Jes og Mainhard Haldansen. Eisini eigur EJ Contractors báðar bygningarnar, sum húsa virkseminum hjá samtakinum.
Felagið Eyðun Jespersen hevur virksemið innan el-mekanik, køli- og frystiarbeiði og el-arbeiði. Mainhard Haldansen arbeiðir við teknikk og mekanikki innan alibrúk og smoltstøðir. Onki virksemi er í Jes í løtuni.
Hóska væl saman
– Talan er um eina sera vælrikna fyritøku, sum hevur virksemi, ið hóskar væl saman við verandi virksemi hjá LM. Keypið ger báðar fyritøkurnar sterkari, heldur enn um tær sum higartil vóru hvør fyri seg, sigur Leivur Holm, stjóri í Leif Mohr, tá vit spyrja hann um orsøkina til keypið, sum varð formaliserað 2. januar.
– Vit meta, at vit koma at standa sterkari á økjum, har vit fyrr ikki hava gjørt so nógv um okkum, og vit verða førir fyri at bjóða eitt breiðari úrval av vørum og tænastum, vísir Leivur Holm á.
Hann vil ikki siga nakað um keypsprís, tí partarnir hava avtalað sína millum, at hetta verður teirra millum.
Framvegis sjálvstøðugt felag
Fyri teir sum arbeiða hjá Eyðun Jespersen fer hetta ikki at merkja gerandisdagin. Teir arbeiða har fyrr sum enn, tí Eyðun Jespersen kemur at halda fram sum eitt sjálvstøðugt felag.
– So hvørt tíðin er búgvin, kunnu tillagingar millum LM og EJ koma uppá tal. Hetta alt fyri at gera felags drift so effektiva og dygdargóða sum møguligt, sigur Leivur Holm.
Nýggjur stjóri
Onkur broyting verður tó skjótt. Rói Vang byrjar sum stjóri í Eyðun Jespersen frá 1. februar. Hann arbeiðir í løtuni í ráðgevingarfyritøkuni KJ Elráð, og hevur áðrenn hetta verið stjóri í JT Electric.
Eyðun Jespersen sjálvur hevur játtað at halda fram at arbeiða í felagnum sum verkførari, og tað fegnast Leivur Holm um.