Leicester hevur vánalig hagtøl ímóti Arsenal

Leicester City hevur til góðar at vinna á Arsenal á útivølli í Premier League

Klokkan 12 verður tann stóri dysturin í Premier League á Emirates leikvøllinum í London. Arsenal, sum liggur á øðrum plássi saman við Tottenham við 48 stigum tekur ímóti Leicester City, sum sensasjónelt liggur á odda í Premier League við 53 stigum.

 

Leicester hevur ring minni um Arsenal. Fyrr í ár tapti Leicester 2-5 ímóti Arsenal á heimavølli, og tær níggju ferðirnar Leicester hevur roynt seg á útivølli ímóti Arsenal í Premier League, um tað so hevur verið á Highbury leikvøllinum ella á Emirates leikvøllinum, so hevur tað ongantíð eydnast Leicester at vunnið á Arsenal. 

 

Høvuðsvenjarin hjá Leicester City, og høvuðsvenjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger eru væl, og hava stóra virðing fyri hvørjum øðrum, men vilja sjálvandi gera alt fyri at vinna stórdystin í dag. Hagfrøðisliga hevur Arsene Wenger tó gott tak á Claudio Ranieri. 

 

Átta ferðir hevur Claudio Ranieri roynt seg ímóti Arsene Wenger. Tá Claudio Ranieri stóð á odda fyri Chelsea leikti hann fýra javnleikir, og tapti tríggjar ferðir ímóti Arsenal og Arsene Wenger. Við tapinum hjá Leicester ímóti Arsenal í fyrra dystinum teirra millum á Kings Power leikvøllinum í Leicester stendur Ranieri við fýra javnleikum og fýra tapum ímóti Arsene Wenger.

 

So verður spennandi at síggja um Ranieri kann fáa sín fyrsta sigur ímóti Wenger, og um Leicester kann fáa sín fyrsta útisigur ímóti Arsenal á útivølli í Premier League á Emirates leikvøllinum í dag.