Leiðslan í Havn eigur at skera ígjøgnum og siga, hvar í Suðuroy, Sernám skal vera.
Tað halda býráðslimir á Tvøroyri.
Í gjárkvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð, fyri triðju ferð, at mæla til, at sernám fær høli á Tvøroyri.
Les eisini: Almennur stovnur í Suðuroy í leysum lofti
Tey halda, at Sernám liggur best á Tvøroyri, tí har er longu eitt fakligt umhvørvi við barnavernd, fysioterapi, ergoterapi, er, og har skúlatilboðið til børn við serligum tørvi skal vera.
Men kommunurnar eru ikki samdar um staðsetingina, tí fimm aðrar kommunur mæla til, at Sernám verður verandi í Vági, har tað hevur verið alla tíðina.
Samstundis ger leiðslan í Sernámi greitt, at tey vilja hava semju í Suðuroy um hvar tað skal vera.
Og tað skilja tey í Tvøroyrar Býráð ikki rættiliga. Tey vísa á, at Sernám er ein almennur stovnur og tí er tað leiðslan í Havn taka støðu til, hvar hann skal vera og at tað er at renna undan ábyrgd at leggja tað á kommunurnar.
Les eisini: Í Tvøroyrar Býráð standa tey við sítt
Tað spyrst sjáldan nakað gott burtur úr teimum málum, har tað er eitt krav, at allar kommunurnar í Suðuroy skulu verða samdar, helt Anita Vibergsdóttir, býráðslimur fyri Borgaralistan.
Hinvegin dugdi Súsanna Bertholdsen, sum er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, ikki at síggja, hví Sernám ikki kundi halda fram í Vági.
Hevði tað fakliga umhvørvið so stóran týdning, vildi hon fegin hoyra tað frá leiðsluna á Sernámi sjálvari, og so kundi hon taka støðu eftir tí.
– Vit tosa nógv um at menna Suðuroynna og at fáa fleiri almenn arbeiðspláss hendavegin og tí mugu vit gera alt fyri at varðveita tey arbeiðspláss, sum eru her. Sernám hevur altíð verið í Vági og eg dugi ikki at síggja, hví tað ikki kann halda fram har, sigur hon.
Hon dugdi heldur ikki at síggja, hví tað er so avgerandi, at barnaverndin og Sernám skulu liggja upp at hvørjum øðrum, tí tað eru tveir ymiskir stovnar.
Tí helt hon, at Býráðið á Tvøroyri skuldi taka undir við tilmælinum um, at Sernám heldur fram í Vági.
– Tað kundi eisini verið eitt tekin frá Tórshavnar Býráð um at vit vilja samstarv, legði hon afturat.
Alvi Mortensen, býráðslimur fyri Kommunulistan átalaði, at Sernám ikki sker ígjøgnum og sigur, hvar stovnurin skal vera, serliga tá ið vita, at tað er eitt stríðsmál ímillum kommunurnar.
– Aðrastaðni er tað ongin trupulleiki at skera ígjøgnum, so tað eiga tey eisini at gera í hesum føri.
Hann helt, at tað er ongin orsøk, at landsmyndugleikarnir seta kommunurnar upp ímóti hvørjum øðrum og tí eiga tey at fáa málið aftur við boðum um at taka eina avgerð, tí tað er teirra uppgáva.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, er samdur í, at tað er uppgávan hjá leiðsluni á Sernámi at skera ígjøgnum, tí hetta er ein landsstovnur, og tað, kommunurnar skulu gjalda, er sjálv leigan.
Býráðslimir á Tvøroyri vísa nevniliga eisini á, at her er talan um eitt smámál, so tá ið tey ikki kunnu taka støðu í einum smámáli sum hesum, hvat gera tey so, tá ið stórmál taka seg upp.