Leiðarin í Tibet ongantíð verið í Tibet

Lobsang Sangay, ein 43 ára gamal sakførari og undirvísari í Harvard Universiti, er nú blivin leiðari av eksilstjórnini í Tibet.

Harvið tekur hann sessin hjá Dalai Lama, sum politiskur leiðari í Tibet. Dalai Lama, sum er 76 ára gamal, heldur fram sum andaligur leiðari í landinum.

Sangay varð svorin inn á einum hátíðarhaldi, sum Dalai Lama fyriskipaði.

- Okkara stríð er við kinesisku stjórnina, sum koyrir eina harða linju móti Tibet, segði Sangay, sum sjálvur ongantíð hevur verið í Tibet.

Hann hevur alment stuðla Dalai Lama, og hansara dreymar um, at Tibet skal gerast eitt sjálvstøðugt land.