Leiðarar í Evropa vistu um CIA-fangarnar

Evroparáðið hevur fingið prógv fyri, at amerikanska fregnartænastan hevur flutt fólk úr Evropa til lond, har tað er vanligt at pína fangar. Og onkrir myndugleikar vistu um flutningin.

Annaðhvørt teir politisku leiðararnir ella fregnartænasturnar í fleiri evropeiskum londum vistu, at CIA flutti fangar úr londum teirra, og at teir vórðu fluttir til lond í Asia og Afrika, har tað er vanligt, at fangar verða píndir.

Tað stendur í einari frágreiðing, sum sveisiski senatorurin Dick Marty hevur skrivað, og sum hann hevur latið Evroparáðnum.

-Tað er prógvað, og tað er heldur ongantíð avsannað, at CIA hevur rænt og burturflutt fólk í Evropa og flutt tey píningar aðrastaðni, og tað er sera sannlíkt, at teir leiðandi politikararnir ella fregnartænsturnar í teimum evropeisku londunum vistu tað, segði Dick Marty, tá hann legði frágreiðingina fram.

Í frágreiðingini nevnir hann tvey dømi um tílíkan fangaflutning. Annað dømið er úr Italia, har 25 agentar hjá CIA komu til Milano eftir Abu Omar tann 17. juni í 2003. Umvegis italskar og týskar hernaðarflogvallir bleiv hann fluttur til Egyptalands, har hann bleiv píndur, áðrenn hann varð latin leysur og síðani tikin aftur. Í frágreiðingini vísir Dick Marty á, at ein italsk kanning hevur avdúkað, at tað var CIA, sum burturflutti mannin, og amerikanararnir hava heldur ikki avsannað tað, sigur hann.

Hitt dømið er úr Týsklandi. Har burturflutti CIA týska ríkisborgaran Khaled al Masri, sum hevur libanskar røtur. Hann bleiv koyrdur umborð á eitt flogfar hjá CIA, sum flutti hann til Afghanistan til avhoyringar.

Dick Marty segði í gjár, at hann hevur fleiri upplýsingar eftir frá sera álítandi keldum, og at hann tí fer at halda fram við kanningunum. Hann sigur seg ikki hava funnið prógv fyri, at CIA hevur havt loynilig fongsul í Evropa, soleiðis sum blaðið Washington Post og mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch vil vera við. Men hesar kanningarnar halda eisini fram, sigur hann.

Danski Evroparáðslimurin Gitte Seeberg úr konservativa flokkinum er skelkað av avdúkingunum hjá Dick Marty.

-Tað er líkt til, at fleiri lond, sum hava skrivað undir tann evropeiska mannarættindasáttmálan, hava medvirkað til at bróta mannarættindini, og tað kann als ikki góðtakast, segði hon í gjár.