Leiðaraútbúgvingin farin ígongd

Á middegi møttu 15 fótbóltsleiðarar til fyrsta skúladag undir ítróttarleiðaraútbúgvingini. Nýggjasta skeiðstilboðið hjá Fótbóltssambandinum er sokallaða Ítróttarleiðaraútbúgvingin, sum varð bjóðað út fyri fyrstu ferð í ár.

Í fyrsta umfari vóru formenn, nevndarlimir og samskiparar í limafeløgunum hjá FSF bjóðað til at taka lut í hesi útbúgvingini, og tá kallað varð til fyrsta skúladag í dag (fríggjadag 17. oktober) møttu 15 upp. Onkur tilmeldað máttu geva avboð í síðstu løtu vegna sjúku m.a.

Ítróttarleiðaraútbúgvingin er løgd í fýra ymisk modul, sum verða hildin gjøgnum veturin. Fyrsta modulið, sum er í dag og í morgin, eitur Virkisfatan og umfatar ´búskap og roknskap´ og ´uppgávur og ábyrgd nevndarinnar´.

Modul 2 verður hildið 21. og 22. november, og tá er evnið Samskifti. Undirheitini fyri undirvísingina eru tá ´søla og marknaðarføring´, ´samráðingarhættir´ og ´feløgini og vinnulívið´.

Næsta ár verða tvey modul. Modul 3 í januar mánaða er um leiðslu og 4. modul, ið verður hildið í mars 2009, er um loysn av ósemjum og mediatión.

Ítróttarleiðaraútbúgvingin verður gjøgnumførd í tøttum samstarvi millum FSF og Copenhagen Coaching Center, CCC, sum hevur drúgvar royndir innan leiðsluútbúgvingar av ymsum slag.

Samskipari hjá FSF er Virgar Hvidbro, stendur at lesa á heimasíðuni hjá FSF.