Legur fyri alla familjuna

Tvey vikuskifti í februar mánaði verða serstakar familjulegur hildnar í Nesvík.

Hetta eru legur har børn og foreldur koma saman at hugna sær, og har møguleiki er at vera við í einum kristiligum felagsskapi.
Á skránni hesi bæði vikuskiftini eru m.a. áhugatímar við Bergur D. Joensen, sum fer at tosa um evnið “So ymisk – men tó”, eins og ein áhugatími verður um at seta mørk hjá børnum.
Serstøk skrá er fyri børnini og tey ungu. Familjulegurnar verða í døgunum 16. til 18. februar og 23. til 25. februar.