Lego vinnur á Barbie

Lego hevur yvirhálað Mattel sum heimsins størstu leikuframleiðari

Seinastu tvey árini er sølan av Barbie-dukkum, sum Mattel fyritøkan framleiðir, fallin.

Samstundi hevur gingið strúkandi hjá Lego fyritøkuni, sum í samstarvi við fleiri stórfilmar hevur økt um sína sølu og er blivin heimsins størsti framleiðari av leikum.

Lego filmurin hevur av álvara skundað undir søluna av Lego vørum, og nú ætlar Mattel fyritøkan at leggja nýggjar ætlanir fyri at vinna aftur á leiktrúnuna.