Pauli og Pætur vunnu á Jónas og Leivi

Team Sydhavsøerne vann greiðan sigur

Í kvøld var føroyingauppgerð í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í Lollands Bank Arena.

 

Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne tóku ímóti Jónasi G. Djurhuus, Leivi Mortensen og liðfeløgunum í HC Keypmannahavn.

 

Suðuroyggjamenn vunnu ein greiðan 33-25 sigur. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri 15-12. 

 

Pauli var toppskjútti hjá heimaliðnum við seks málum, og Pætur skoraði eitt mál fyri Team Sydhavsøerne. Jónas skoraði fýra mál og Leivur skoraði tvey mál fyri útiliðið. Tað vóru also 13 føroysk mál skotin í Lollands Bank Arena í kvøld.

 

Fyri Pætur var talan um eina góða framskundaða brúðleypsgávu, tí leygardagin skal hann giftast. 

 

Team Sydhavsøerne er triðfremst í deildini við 10 stigum fyri sjey dystir. Midtjylland er fremst í deildini við 11 stigum.

 

HC Keypmannahavn er triðaftast í deildini við tveimum stigum fyri sjey dystir.