Lagið er gott á Tórsvølli, hóast líkindini ikki eru av teimum bestu. Tað kennist úr honum, og tað er eitt lot, men tað órógvar ikki so nógv fótbóltsspælið.
Føroyar hava havt lotið ímóti í fyrra hálvleiki, og máltalvan sigur, at tað hevur gingið væl.
Føroyar løgdu seg á odda, tá ið eitt korter var farið.
Hanus Sørensen hevur undanfarnu ferðirnar ikki havt marginalirnar við sær, tá ið hann hevur verið í góðum støðum, og í kvøld skoraði hann, hóast talan ikki var um heilt opnan møguleika. Bólturin varð spældur fram í høgru til Árna Frederiksberg, sum spældi út frá og til nærra stólpa, har Hanus Sørensen sneiddi seg snilt leysan, áðrenn hann setti bóltin dygst inn við nærra stólpa.
Og sjey minuttir seinni var møguleikin heilt stórur at økja um leiðsluna. Brandur legði í vinstru við frísparki stutt til Martin Agnarsson, sum streyk til baklinjuna í vinstru, áðrenn hann legði bóltin væl inn fyri málið. Har vóru stóru miðverjarnir, og Gunnar Vatnhamar var í fínari støðu, tá ið hann við handara stólpa og við høvdinum royndi seg, men tíverri fór bólturin omanfyri málið.
Montenegro var meiri á bóltinum fyrstu minuttirnar. Tað órógvaði ikki heimamenninar, sum vóru væl skipaðir í verjupartinum. So við og við fingu Brandur og Jákup á sentrala miðvøllinum tak á bóltinum, og fremstu menninir vóru fótfimir og skjótir, tá ið teir fóru í álop. Martin Agnarsson var álopshugaður í vinstru, meðan Jóannes K. Danielsen var eitt sindur meiri varin.
Árni Frederiksberg legði eisini upp til 2-0 málið, sum Meinhard E. Olsen skoraði tíggju minuttir undan steðginum. Árni legði í eyðkenda stíli og við frísparki innfyri úr høgru, og við nærra stólpa var tað Meinhard E. Olsen, sum í kvøld er fremsti maður, sum við høvdinum sendi bóltin upp í nettakið.
Nú er spurningurin, hvussu Eyðun Klakstein og hansara menn fara at leggja til rættis, nú tað í seinna hálvleiki verður undan vindinum.
##med2##
Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg, Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen – Meinhard E. Olsen
Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Viljormur Davidsen, Arnbjørn Svensson, Jann J. Benjaminsen, Hallur Hansson, Jóan Símun Edmundsson, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Adrian Justinussen, Petur Knudsen
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen