Helgi og René hava í nógv ár verðið limir í byggepadsen.dk, sum er danskur felagsskapur fyri LEGO-eldhugaði, men hetta er fyrstu ferð, at ein framsýning við so nógvum føroyskum modellum verður hildin. Nakað av tí sum verður sýnt fram er Kirkjubømúrurin, Glasir, Sandavágs kirkja, Christinskirkjan í Klaksvík, ein lundi og eitt tjaldur.
Framsýningin við føroysku LEGO-bygningunum verður á Torginum í SMS fram til 4.mai 2019.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##