Leggja seinastu hond á áðrenn Oyggjaleikirnar

Flogbóltslandsliðini og súkklumenninir fara í dag av landinum at venja


Nú er bert ein góð vika til Oyggjaleikirnir á Jersey vera.

Stóra ítróttarkappingin verður sett sunnudagin 29. juni, og heldur fram næstu vikuna.

Yvir 80 føroysk ítróttarfólk í 9 ymsum ítróttargreinum fara at umboða Føroyar á leikunum, og nú verður síðsta hond løgd á fyrireikingarnar.

Í dag fara kvinnu- og manslandsliðini í flogbólti til Danmarkar á venjingarlegu. Tey fara at venja í Lyngby, og koma aftur til Føroya mánadagin.

Um vikuskiftið fer svimjilandsliðið til Elduvíkar at fyrireika seg. Svimjararnir hava svomið nógv seinastu mánaðirnar, og tað sum verður sett í hásætið í Elduvík er samveran.

Eisini fara svimjararnir at fáa vitjan av lækna og fysioterapeuti, umframt at sálarlig venjing eisini verður. Leygardagin fara svimjararnir í hylin í Fuglafirði, og sunnukvøldið verður vant aftur í Havn.

Teir 4 súkklumenninir, sum manna føroyska landsliðið, fara í dag avstað til Danmarkar, har teir fara at luttaka í súkklukappingum um vikuskiftið. Teir koma ikki aftur til landið áðrenn leikirnir byrja, og teir vera fyrstu føroysku ítróttarfólkini, sum koma til Jersey. Teir fara at venja á Jersey í vikuni undan leikunum.

Hinar ítróttargreinarnar eru eisini í hæddini við teirra fyrireiking nú, og næsta fríggjadag verður nøsin vend móti Jersey. Enn eru nøkur pláss til áskoðarar eftir í flogfarinum, sum flýgur úr Vágunum.