Graslíki á Ovara vølli í Gundadali verður skift í løtuni. Samstundis leggja teir nýtt stoytdoyvingarlag umframt at seta eina sprinklaraskipan í vøllin.
Akfør, maskinur og arbeiðsfólk eru á økinum og kring vøllin fram til fyrst í septembur.
Vestara skýlið verður um somu leið málað.